Prefold - Natural Newborn - Bambus

Prefold - Natural Newborn - Bambus

Vanligur prísur 99,00 kr Útsøluprísur 79,20 kr Spar 20%
/
Íroknað MVG Veitingarprísur verður roknaður við kassan

Bert 18 eftir á goymslu!


Kann nýtast við Snappi og skel útyvir, sum innlegg í einari skel (AI2), sum boostari í náttblæuni ella sum eyka innlegg til Natural Newborn toyblæuna frá Elskbar.

Bygnaður

Prefoldin mátar 25x27 cm og er gjørd av trimum løgum av sera mjúkum og væl súgvandi bambusfrotté. Legg prefoldina dupult og fá seks súgvandi løg - ella falda í trý og fá níggju súgvandi løg.

Nýtir tú nýføðingablæuna frá Elskbar, kann tað vera hent at hava eyka innlegg. Fyrimunurin við hesum erat hava fleiri innlegg í umferð. Skeljarnar torna ofta skjótari enn innleggini, og hevur tú fleiri innlegg enn skeljar, nýtist tú ikki at bíða eftir at innleggini torna. Hevur barnið bara pissað eitt sindur, tá blæan verður skift, og skelin tískil ikki er blivin vát, kanst tú eisini bert skifta innleggið og endurnýta skelina.

Hetta er sama innleggið, sum fylgir við, tá tú keypir Elskbar Natural Newborn. Einasti munur er, at hetta innleggið ikki hevur ein trýstknapp.

Mát

25x27 cm

Tilfar

85% Bambus / 15% Polyester