Vørurnar í hesum bólkinum eru altíð niðursettar. Hetta eru vørur, sum vit av einhvørjari orsøk ikki fáa aftur á goymslu, tá tær eru útseldar. Eisini eru vørur, sum nærkast útgongudagfesting í hesum bólki - hetta stendur viðmerkt í vørulýsingini.
2 vørur
Eksfolierandi kaffisápa
Kaffisápan er ein mýkjandi og samstundis eitt sindur grov skrubbisápa, sum er sera góð til skitnar hendur, alt frá mold- til oljudálking. Kaffigruggið beinir fyri lukti av hondunum. Ein góð sápa við snóri, so tú kanst heingja hana upp við vaskið ella í brúsuni, har hon kann brúkast sum skrubbisápa um allan kroppin.
Nýtsla
Koyr á váta húð og massera til tað skúmar. Skola væl.
Mongd
90g - umleið 1 mánaður við dagligari nýtslu
Tilfar
Olivenolja / Vatn / Glycerin / Kokosolja / Sheasmør / Kakaosmør / Castorolja / Kaffi / Kaffigrugg
Inci: Sodium Olivate / Aqua / Glycerin / Sodium Cocoate / Sodium Castorate / Sodium Shea Butterate / Sodium Cocoa Butterate / Coffee
Mild hand- og kropssápa - Pride
Ein serlig sápa í øllum ælabogans litum, litað við mineralliting. Sápan er grundað á olivinolju og inniheldur eisini kokusolju, sheasmør og kakaosmør og reinsar og mýkir húðina væl.
Nýtsla
Koyr á váta húð og massera til tað skúmar. Skola væl.
Tilfar