32 vørur
Lappar - Vistfrøðilig bummull (10 stk)
Niðursett orsakað av skrøddum pakkningi, sí mynd
Hesir mjúku lapparnir frá ImseVimse eru úr 100% vistfrøðiligari bummull.
Lapparnir eru góðir at nýta til blæuskift, men kunnu eisini nýtast til annað: Hendur og andlit eftir máltíðir, í baðnum, í staðin fyri vátserviettar ella til at snýsa sær.
Mát
22,5×22,5 cm
Tilfar
100% Vistfrøðilig bummull
Endurnýtiligar rondellur - Dupultar (10 stk)
Niðursett orsakað av skræddum pakningi
Stórar og sera mjúkar rondellur, ið súgva nógva vætu til sín og kunnu vaskast og brúkast aftur og aftur. Hjálp umhvørvi okkara og skift til endurnýtiligar rondellur.
10 rondellur eru í pakkanum.
Nýtsla
Koyr eitt sindur av makeupreinsara á eina reina rondellu og turka síðani smyrsli av. Koyr í vaskiposan - vaska - og byrja umaftur. Kann brúkast aftur og aftur og aftur...
Stødd
90 mm
Tilfar
Forsíðan: 100% Vistfrøðilig Bummullsjersey
Baksíðan: 100% Vistfrøðilig Bummullsfrotté
Vaskivegleiðig
Vaska saman við til dømis handklæðum ella klæðum. Hang á snórin ella turka í turkitrumluni við lágum hita.
Endurnýtiligar rondellur við lumma - 110 mm (5 stk)
Niðursett orsakað av skræddum pakningi, sí mynd
Stórar og sera mjúkar rondellur, ið súgva nógva vætu til sín og kunnu vaskast og brúkast aftur og aftur. Hesar nýggju rondellurnar eru størri og hava ein snildan lumma at koyra fingurin í, so rondellan er enn lættari at nýta. Hjálp umhvørvi okkara og skift til endurnýtiligar rondellur.
5 rondellur eru í pakkanum.
Nýtsla
Koyr eitt sindur av makeupreinsara á eina reina rondellu og turka síðani smyrsli av. Koyr í ein vaskiposa - vaska - og byrja umaftur. Kann brúkast aftur og aftur og aftur...
Stødd
110 mm
Tilfar
100% Vistfrøðilig Bummullsjersey
Vaskivegleiðig
Vaska saman við til dømis handklæðum ella klæðum. Hang á snórin ella turka í turkitrumluni við lágum hita.
Formseymað blæa v/ trýstknappum
Formseymað blæan frá EcoMini er ein sera vælsúgvandi blæa, sum serliga er gjørd at nýta um náttina ella til børn sum pissa nógv.
Bygnaður
Formseymaða blæan frá EcoMini er OneSize og hóskar til børn, sum viga umleið 4-16 kg. Støddin á blæuni verður stillað við trýstknappum framman á blæuni (S/M/L). Blæan verður latin aftur við trýstknappum framman.
Tvey innlegg fylgja við blæuni. Annað innleggið hevur 3 løg av bambus/bummull og hitt hevur 4 løg. Knappað annað ella bæði innleggini í blæuna eftir tørvi.
Tilfar
70% Bambusviskosa / 30% Bummull
GG! Ein formseymað blæa skal hava eina vatntætta skel útyvir. Sí úrvalið av skeljum her.
Koyr skitnar blæur í vátposa. Hav ein stóran vátposa við pusliborðið (eitt nú í einari ruskspann ella hangandi á einum króki) og ein lítlan vátposa í puslitaskuni. Tá blæurnar skulu vaskast, skalt tú bara lata posan upp og koyra hann í maskinuna. Vend møguliga posan á ranguna við at trýsta uppundir botnin, so innihaldið dettur í maskinuna. Tær nýtist altso ikki at nerta við skitnu blæurnar.
Blæurnar mugu ikki liggja ov leingi í posanum, áðrenn tær vera vaskaðar - í mesta lagi 2-3 dagar. Annars kunnu plettar festa seg, og vatntætta lagið oyðileggjast.
Vaska við upp til 60*c. Eg viðmæli at brúka neutralt vaskievni. Fylg vegleiðingini á pakkanum, hvussu nógv skal nýtast - ansa eftir ikki at nýta ov nógv. Ofta er ríkiligt at nýta helvtina av tí, sum verður viðmælt á pakkanum. Nýt ikki bleiki- ella skolievni.
Hang blæurnar á snórin - gjarna úti, so tær verða luftaðar væl. Sólin hjálpir eisini at beina fyri møguligum plettum. Turkitrumlan kann oyðileggja vatntætta lagið, so eg viðmæli ikki at nýta turkitrumlu. Innlegg, toybind v.m. uttan PUL kunnu tó turkast við lágum hita í turkitrumluni, men eg viðmæli so vítt gjørligt at heingja á snórin.
Eg viðmæli at leggja nýggjar blæur og innlegg úr natúrtilfari á blot í køldum vatni í 12-24 tímar, og síðani skulu tær vaskast nakrar ferð. Hetta er fyri at økja súgvievnið. Blæur úr bambus skulu vaskast 6-8 ferðir, áðrenn tær súgva fullkomiliga. Skeljar skulu tó bert vaskast eina ferð áðrenn nýtslu.
Stripping av blæum
Viðhvørt kann tað koma fyri, at toyblæurnar lukta sterkt av ammoniak. Hetta merkir, at ov nógv vaskievni er nýtt, og blæurnar tískil innihalda yvirskotssápu. Tað eru fleiri mátar at “strippa” blæurnar. Tann mildasti er at kókivaska tær nakrar ferðir uttan nakað vaskievni. Til ber eisini at nýta edik ella natron, sum neutraliserar sápuna. Hetta skal tó ikki gerast ov ofta, tí tað slítur blæurnar.